Í januar í fjør noyddist stóra oljufelagið Shell at viðganga, at felagið hevði ikki so nógva olju í sínum brunnum, sum tað fyrr hevði givið upp, og tað kostaði ovasta stjóranum, Phil Watts, starvið.
Nú er aftur galið. Fyrradagin kunngjørdi amerikanska børseftirlitið, at tey seinastu fýra árini hevur avlopið hjá Shell ikki verið so stórt, sum felagið hevur givið upp. Í 2001 var tað veruliga avlopið slakar 300 milliónir krónur minni enn uppgivið, í 2002 var tað 400 milliónir krónur minni, og í 2003 var avlopið eina milliard krónur minni, enn Shell hevði givið upp.
Talsmaðurin hjá høvuðsskrivstovuni hjá Shell í London, Simon Bueck, sigur, at nú eru tølini røtt, men norski oljumarknaðarserfrøðingurin Arnstein Wigestrand sigur við Aftenposten, at óskilið í roknskapinum hjá Shell fer at hava við sær, at tað fer at taka sína tíð, áðrenn íleggjarar aftur fáa álit á felagnum.