Shell parkerar tangabilar trygt

Hákun Djurhuus, stjóri, P/F Føroya Shell


P/F Føroya Shell parkerar sínar tangabilar á tryggan hátt. Tað vísir felagið á, eftir at ein lurtari hjá Útvarpinum reisti ein spurning um hesi viðurskifti í morgunsendingini í dag

Tað gleðir P/F Føroya Shell at fólk vísa spurningum ans, sum stinga seg upp innan heilsu, trygd ella umhvørvi. P/F Føroya Shell hevur leingi arbeitt á ein skipaðan hátt innan hesi øki, og felagið lýkur tey sera avbjóðandi krøvini, sum móðurfelagið Royal Dutch Shell ásetir.
Í morgunsendingini hjá Útvarpinum í dag var viðgjørdur ein spurningur um, hvørt tangabilar standa trygt parkeraðir millum hús, og nomið bleiv við, hvørjar reglur eru galdandi á hesum øki.
Kunngerð um eldfiman løg fyriskrivar, at akfar, ið flytur meira enn 600 upplagseindir, skal vera undir støðugum eftirliti. Tá talan er um bensin, svarar hetta til eina nøgd upp á 600 litrar, meðan nøgdin er 30.000 litrar, tá ið vit tosa um diesel ella gassolju. Ein vanligur tangabilur við trimum akslum rúmar umleið 17.000 litrar, meðan teir størru tangabilarnir við fýra akslum taka umleið 24.000 litrar.
Tað er rætt, sum greitt varð frá í sendingini, at P/F Føroya Shell hevur sínar egnu mannagongdir á hesum økinum. Sjálvandi lúka hesar mannagongdir landsins lógir og ásetingar, men av praktiskum orsøkum hava vit hert mannagongdina soleiðis, at hon er einfaldari at fylgja.
Hjá okkum er mannagongdin hendan, at um tangabilurin hevur bensin í tanganum, so skal hann ikki parkerast millum hús. Samstundis skulu vit sjálvandi eisini lúka allar aðrar ásetingar um parkering.