Klaksvík:
Shellstøðin hevur ikki verið so sjónlig í býnum, sum til dømis kappingarneytin, Statoil, tá tað kemur til sølubúðina. Men nú er ætlanin hjá Shell, at tey skulu gerast meira sjónlig í býnum.
? Ja, tú kanst gott siga, at vit hava fingið eitt nýtt andlit nú. Sølubúðin er vaksin við 30 %, og framtíðarmálið er somuleiðis at gera økið rundan um støðina meira kundavinarligt, greiðir Niclas Heri Jákupsson frá.
Arbeiðið upp á sølubúðina hevur staðið upp á í góðar tveir mánaðir, men sølubúðin hevur kortini verið opin allatíðina.
Niclas Heri sigur, at tey gjørdu av ikki at steingja, og heldur hann, at burtursæð frá døgunum, har kundarnir noyddust at ganga inn í sølubúðina aftanfyri, hava tey ikki merkt tað so væl.
Umsitingin flutt
Ein onnur broyting, sum er framd, er, at umsitingin hjá Shell, sum higartil hevur húsast á Grótrætt, har stóru oljutangarnir standa, er flutt til støðina og sølubúðina.
Hetta sær Niclas Heri sum eina stóra og týdningarmikla broyting.
? So hava vit alt savnað á einum staði, ístaðin fyri at umsitingin var langt uttan fyri býin, sigur hann.
Í sambandi við at fyrsta byggistigið á Shell støðini er liðugt, verða tiltøk á støðini leygardagin seinnapartin.
Shell fer at skriva undir sponsoravtalu við Mjølnir, og eisini kemur Trølla-omman á vitjan. Børnini fáa okkurt leskiligt.
? Hetta gera vit fyri at markera, at umvælingin er liðug, sigur Niclas Heri Jákupsson, leiðari á Shellstøðini í Klaksvík.