Javni hevur fingið ein kekk á 15.000 krónur frá Føroya Shell Dagligi leiðarin hjá Javna, Anna D. Háberg, takkaði fyri gávuna og segði, at Javni ætlar at nýta peningin til eitt PREP skeið, sum verður á Hotel Vágum í september mánaði. Hetta er eitt hjúnarbandsskeið til pør, sum eiga børn við breki.
Í Danmark og Norra verður hettar skeiðið bjóðað foreldrum at brekaðum børnum.
Javni vónar, at hettar kann verða eitt skeið, sum kann haldast í Føroyum hvørt ella annað hvørt ár.