Oljufelagið Shell kunnger nú, at tað hevur fingið tamarhald á lekanum í einari rørleiðing eystur úr skotsku strondini. Glen Cayley, sum er tekniskur stjóri hjá Shell í Evropa, sigur í einari fráboðan, at lekin er minkaður, soleiðis at nú renna minni enn tvær tunnur av olju út í havið um dagin.
Fyrr í dag ljóðaði, at sama rørleiðing var farin at leka eina aðrastaðni, men Shell sigur, at talan er í veruleikanum um sama leka. Sagt verður, at tá fólk hjá felagnum tettu lekan, fór leiðingin at leka á einum øðrum staði ístaðin fyri, men felagið leggur dent á, at tað snýr seg ikki um ein nýggjan leka.
Shell ásannar, at felagið veit ikki við vissu, hvussu nógv olja er runnin út í havið, men Glen Cayley sigur, at eftir felagsins bestu sannføring snýr tað sef um 216 tons.
Skotsku myndugleikarnir siga, at lekin hjá Shell hevur ikki havt stóra ávirkan á fiskivinnuna har um vegir.