Shell er nú Select

Shellstøðin á Norðara Ringvegi í Havn er vorðin til eina stásiliga Selectstøð

Nøkur kenna helst longu Selectstøðirnar. Tær eru útbreiddar í Danmark, og ein er í Gøtu. Nú er ein av hesum vælumtóktu Selectstøðunum eisini í høvuðsstaðnum, og er tað Shellstøðin á Norðara Ringvegi í Havn, sum er broytt, og gjørd til eina slíka.
? Hendan er minst líka fín sum tann í Gøtu, sigur Hans Gotfred Thomsen, leiðari á Selectstøðini í Havn.
? Munurin á eini Shellstøð og eini Selecstøð er tann, at støðið er eitt sindur hægri. Harafturat er inventarið fínar, bakgrundstónleikur spælir allatíðina, og loftið er eisini senkað.
Umbygt er inni á sjálvari støðini, soleiðis, at nú virkar sjálvt rúmið nógv rúmligari. Kassadiskurin er vorðin breiðari, og ljósari er eisini.
Tað er vorðið lættari at sleppa inn á sjálva støðina, tí ein rampa er gjørd, soleiðis at fólk, sum sita í rullustóli eisini sleppa inn, og harumframt er eitt handicap-wc gjørt.
Selectstøðin selur eisini nýggjar bakaravørur, sum tey sjálvi baka. Soleiðis kunnu tey veita kundunum frískt bakað breyð, rundstykki, wienarbreyð og annað allan dagin.
? Selectstøðirnar royna at veita størri vøruúrval, og hava vit eitt breitt úrval av køli- og frystivørum nú.
Harumframt eru eisini tær vælumtóktu Select-pylsurnar, sum bara Shell sleppur at selja. Tær hava nógv kjøt, lítið feitt, og ongar soya-proteinir.
Eisini eru upplatingartíðirnar broyttar eitt sindur. Nú er opið hvønn dag frá klokkan 7.00 á morgni til klokkan 23.00 á kvøldið. Áðrenn var lat støðin upp klokkan 7.30 og lat aftur klokkan 23.00 seks dagar um vikuna, meðan sunnudag var opið frá klokkan 9.00 til 23.00.