Sheikha keypir list fyri milliardir

Eftir nøkrum fáum ættarliðum eru nógv fólk Qatar farin frá at verða eitt land við fátækum perlufiksarum til at verða eitt av heimsins ríkastu londum. Orsøkin eru ovurhonds stór gassfelt í landinum.
Og har ov mikið av pengum er, eru eisini fólk, sum hava hug at brúka nógvar pengar. Ein teirra er 30 ára gamla Sheikha al-Mayassa Al-Thani, sum verður roknað sum listadrotning í Qatar.
Hon brúkar á hvørjum ári fleiri milliardir krónur upp á list, og hon hevur í grundini endavent altjóða listaumhvørvinum. Sheika hevur seinastu árini keypt einstøk verk fyri upp í 1,4 milliard krónur – tað lat hon fyri málningin “Kortspælararnir” hjá Paul Cézanne.
Tað verður sagt, at Sheikha á hvørjum ári brúkar eina milliard krónur til at keypa list fyri – tað svarar til á leið hálva sættu milliard krónur.
Sheikha, sum er gift og eigur trý børn, læst politisk vísindi og list á Duke University í USA, og seinni læs hon víðari á Columbia Univeristy. Henni dámar væl at mála og hevur ein gløðandi áhuga fyri altjóða – eisini vesturlendskari – list.
Kanska skuldi onkur víst henni fuglarnar hjá Tróndi Patursson.