Ein umdystur í fjórða umfari av FA-Cup kappingini hevur verið í kvøld, har tað eydnaðist League One liðnum at vinna á Fulham.
Fyrri dysturin endaði við 1-1 javnleiki, og tí var neyðugt við umdysti, sum vasr leiktur í kvøld.
Fulham, sum hevði heimavøll, hevði bóltin meginpartin av tíðini, men teir megnaðu ikki at umseta nógva bólthaldið til opnar møguleikar.
So meðan Fulham hevði bóltin næsta 70% av tíðini, megnaðu teir bert 14 skot móti Sheffield United málinum, har bert tvey vóru innan fyri stengurnar.
Sheffield United hevði hinvegin 20 skot móti málinum, gamaní bert trý innan fyri málrammuna, og hartil 10 hornaspørk móti 6 til Fulham.
Dysturin fekk eina avgerð tá góðir 119 minuttir vórðu leiktir, tá Shaun Miller skallaði ein bólt í málið eftir upplegg frá Harry Maguire. Sostatt eydnaðist League One liðnum at vinna á Premier League liðnum á útivølli.