Sjókaðalin Shefa-2, ið er álitið í uttanlandssamskifti føroyinga, slitnaði enn einaferð mánadagin. Hetta er aðru ferð í ár og er hent mestsum á hvørjum ári, síðan hann varð lagdur, og tí umhugsar Føroya Tele nú at leggja kaðalin eina tryggari leið á havbotninum, ið ikki er so ábær.
- Við tað at hetta er hent mest sum hvørt ár, onkuntíð meira enn eina ferð um árið, hevur hetta verið rættiliga krevjandi og kostnaðarmikið fyri Føroya Tele. Kostnaðurin hvørja ferð at umvæla skaðan er stórur, og tað hevur vist seg at vera trupult at finna tann, ið hevur gjørt brotið, og á tann hátt fáa endurgjald,” sigur Páll H. Vesturbú, stjóri á FT Net við heimasíðuna hjá Føroya Tele.
Nú er Føroya Tele farið undir at fyrireika at leggja kaðalin av nýggjum, har skaðarnir henda.
- Vit kunnu ikki liva við hesum longur, og lítið bendir á, at vit fáa steðgað hesum, hóast vit hava roynt alt. Vit hava kunnað myndugleikar og fiskivinnufeløg, og vit hava sett radarar upp, men einki hjálpir. Brek koma áhaldandi á kaðalin, og tað er ikki haldgott í longdini. Tí fara vit at arbeiða fram ímóti at leggja kaðalin av nýggjum,” sigur Páll H. Vesturbú.
Fyri at fyribyrgja, at Føroyar liggja uttan fjarskiftissamband við umheimin, hevur Føroya Tele tryggja seg við øðrum kaðalum. Avtala er við Farice um fjarskifti, og harumframt hevur Føroya Tele keypt Cantat-3 kaðalin, sum er ein eyka trygd fyri fjarskiftinum út í heim. Men neyðugt er við Shefa-kaðalinum, og tí verður farið at leggja hann umaftur.