Shefa koyrir aftur

Um vikuskiftið varð Shefa-kaðalin skoyttur aftur. Undir arbeiðinum varð staðfest, at tað enn einaferð er eitt fiskiskip, sum hevur verið atvoldin til skaðan. Føroya Tele skrivar á heimasíðu síni, at nú verður roynt at fáa endurgjald fyri skaðan.

 

Shefa-kaðalin er høvuðssamband føroyinga við útheimin til fjarskifti. Tað vil siga, at internetið hjá føroyingum í høvuðsheitum koyrir gjøgnum Shefa-kaðalin, sum gongur úr Føroyum til Hetlands og umvegis Orknoyggjar til Skotland, haðani samband fæst við umheimin annars.

 

Skaðin, sum nú kom á Shefa, hendi í sama øki sunnan fyri Orknoyggjar, har kaðalslit áður hava verið. Skaðarnir henda, tí fiskiskip dreggja eftir skeljum í økinum. Hetta er 14. ferð, at skaði er komið á Shefa, og higartil hevur hetta kostað Føroya Tele 18 milliónir krónur tilsamans at umvæla.