Stutt eftir midnátt kom brek á Shefa-kaðalin millum Orkney og Skotland, sum ber meginpartin av øllum samskifti út í heim.
Enn er ikki greitt, hvør orsøkin er til brekið.
Líkt er ikki til, at brekið ávirkar okkara samskifti stórvegis, tí alt samskifti fer umvegis hinar kaðalarnar, Farice og Cantat, sum eisini eru partur av kaðalskipanini hjá Føroya Tele.
Nógv brek hava verið á Shefa-kaðalinum seinnu árini, og tí eru fyrireikingar gjørdar til eina umfatandi umlegging av kaðalinum á leiðini, har brekið nú er hent. Ætlanin er, at hetta arbeiðið skal byrja um miðjan august, og væntandi verður arbeiðið liðugt við endan av august mánaði.
Hildið verður fast við hesa umleggingarætlan, og brekið í nátt ger, at avbrotið á Shefa verður nakað longri enn ætlað.
Meðan Shefa er óvirkin fer uttanlandsferðslan øll at koyra á hinum kaðalskipanunum, Farice og Cantat.