Arbeiðið at leggja nýggja sjókaðalin, sum millum annað skal tryggja fleiri trygg altjóða sambond við útheimin, er byrjað Tað er kaðalskipið IT Intrepid hjá kanadisku fyritøkuni International Telecom, sum leggur SHEFA-2 kaðalin. Skipið kom til Maywick í Hetlandi tann 25. juli, har byrjað var at leggja kaðalin mótvegis Føroyum. Í Føroyum verður kaðalin lagdur inn á Hvítanes, har sambandið verður ført víðari til Klingruna í Hoyvík. Væntandi tekur tað ein mánað at leggja kaðalin upp til Føroyar.
Kaðalin verður lagdur í trimum pørtum, ið knýta Føroyar ? Hetland, Hetland ? Orkney og Orkney ? Skotland saman. Eftir at kaðalin er lagdur millum Hetland og Føroyar fer skipið til Skotland, og leggur tann partin av kaðalinum, sum er millum Skotland og Orkney. Harnæst verður seinasti partur millum Orkney og Hetland lagdur.
Í dag er høvuðssambandið við útheimin FARICE-kaðalin, sum varð tikin í nýtslu í 2004. FARICE-kaðalin liggur millum Skotland, Føroyar og Ísland. Umframt FARICE-kaðalin hava Føroyar eisini samband við umheimin umvegis Cantat-3 kaðalin, sum var tikin í nýtslu í 1994. Cantat-3 hevur avmarkaðan kapasitet í mun til FARICE-kaðalin.