Átakið Sheepview, har fólk frá Visit Faroe Islands spentu myndatól á seyð fyri at vísa útlendingum føroysku náttúruna og góvu eitt lítið prik til Google fyri, at Google Street View enn ikki var tøkt fyri Føroyar, hevur havt eitt risa lýsingarvirði.
Tað sigur Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands. Metingar vísa, at átakið hevur skapt meiri enn 200 milliónir krónur í lýsingarvirði fyri Føroyar sum ferðafólkaland.
Átakið spreddi seg skjótt um allan heim og gav føroysku ferðavinnuni hópin av ókeypis umrøðu í stórum miðlum. Slíka umrøðu hevði annars verið neyðugt at keypt seg til í dýrum dómum.
Átakið verður samanborið við kenda átakið hjá Avstralia, har teir lýstu eftir fólki til heimsins besta starv. Tað átakið, har ein skuldi ferðast runt og skriva um, hvat ein upplivdi í Avstralia, allar útreiðslur goldnar, verður mett at vera eitt av mest umrøddu átøkum innan ferðavinnuna nakrantíð.