SheepView er ársins átak

SheepView, marknaðarátakið hjá Visit Faroe Islands, er júst kosið til ársins átak á Vinnudegnum, sum í dag verður hildin í Norðurlandahúsinum.

 

SheepView var átakið, har boðað var frá, at nú vóru myndatól fest á seyðin í Føroyum, at bera í bøtuflaka fyri at vit ikki hava Google StreetView í Føroyum.

 

Átakið fekk ovurhonds stórt uppmerksemi um allan heim og endin av øllum var, at Google sendi ein bil til Føroya, soleiðis at vit eisini í Føroyum kunnu fáa Google Street View.

 

Filmsbrotið sæst á Facebook-síðuni hjá in.fo her