Shearer skal halda fram

Nýggi venjarin hjá Newcastle, Graeme Souness, vil hava álopsspælaran Alan Shearer at halda fram sum spælari næsta ár. Shearer hevur róð fram undir, at hann gevst sum spælari næsta summar, men tað roynir Souness nú at broyta.
? Um Shearer kann skora 20 mál í hesum kappingarárinum, ætli eg mær at plága hann við at halda fram at spæla, sigur Graeme Souness, sum í týsdagin tók við venjarastarvinum í Newcastle.