Shearer fyri Calderwood

Síðani Joe Kinnear varð sjúkrameldaður við hjartatrupulleikum, hevur Colin Calderwood, sum næstan gjørdist føroyskur landsliðsvenjari, saman við Chris Houghton staðið á odda fyri Newcastle.

Gongdin hevur tó ikki verið nøkur serlig. Felagið er í løtuni undir niðurflytingarstrikuni í ensku Premier League, og nú ljóðar fyri vist, at Alan Shearer verður nýggjur maður í manager-stólinum.

Shearer, sum annars eisini spældi við Southampton og Blackbur, er helst størsta lokala hetjan í nýggjari tíð hjá Newcastle, og gongst sum ætlað, verður hann nú manager í felagnum, meðan Joe Kinnear verður fótbóltsstjóri, tá hann kemur fyri seg aftur.

Newcastle spælir leygardagin á heimavølli móti Chelsea. Ein dystur, sum hevur ovurstóran týdnig fyri svart/hvíta heimaliðið.