Fótbóltur
Tað tók ikki langa tíð hjá Ronaldo at prógva, hví hann næsta árið á rað er kosin ársins spælari í Onglandi av bæði fjepparum, fjølmiðlum og spælarunum sjálvum.
Dysturin móti West Ham var bara knappar tríggjar minuttir gamal, tá portugisin við hældinum setti Luca Neill somikið væl av, at hesin fór afturpartin. Og tá eingin annar mótspælari kom ímóti, setti Ronaldo beina kós inn í brotsteigin, og so bankaði hann sítt 39. mál hetta kappingarárið í kassan.
Og tá hann nakað heppið kundi stýra einum innleggi í netið nakað seinni, var søguliga 40-talið rokkið.
Tevez økti til 3-0 við einum dreymahøggi móti gamla felagi sínum, og so tóktist alt avgjørt. At Dean Ashton við kanska vakrasta málinum hetta kappingarárið minkaði um munin, hevði ikki tann stóra týdningin, men brádliga vildi Nani skapa spenning. Ein støða, sum lítli vongurin sjálvur var upprunin til, endaði við at Nani stútaði móti Lucas Neill, og so legði dómarin lítið í sjónleikin, sum Nani royndi at spæla. Av vøllinum og undir kalda brúsu vóru boðini!
Men hóast 11 móti 10 í knappan tíma, so megnaði West Ham ongan tíð at trýsta meistararnar. Og tá Michael Carrick í seinna hálvleiki sendi eitt avrættað skot í meskarnar, var leyst og liðugt. Manchester United kunnu framvegis avgera sjálvir, um teir verða enskir meistarar. Til hetta krevst ein sigur í seinasta útidystinum, sum verður móti Wigan. Og skuldi tað hent seg, at Chelsea snávar longu í kvøld, tá teir spæla á útivølli móti Newcastle, er 10. meistaraheitið hjá Ferguson við Manchester United komið til høldar.
Ferð á Fulham
Í botninum er veruliga komin eldur í kapprenningina, nú bert eitt umfar er eftir.
Fyri bara hálvum øðrum dysti síðani, tóktist Fulham vera púrasta vist í niðurflyting. Undan ferðini til Manchester City hevði Fulham bert vunnið ein útidyst. Og við undirlutan, 2-0, móti heimasterka Manchester City sá tað meira enn svart út hjá Roy Hodgson og hansara monnum.
Fyrrverandi venjarin hjá Toda Jónsson man tó hava sagt okkurt skilagott við sínar spælarar. Í øllum førum megnaðu teir at venda dystinum til 3-2 sigur, og um vikuskiftið vunnu teir týdningarmikla heimadystin móti Birmingham við 2-0. Tað lyfti Fulham upp um strikuna, men enn eiga teir trupla uppgávu á útivølli móti Portsmouth. Og helst skal tann dysturin eisini geva stig, um Premier League-tilveran skal tryggjast.
Saman við Reading er Birmingham nú undir niðurflytingarstrikuni, og tí skulu stig á kontina, um bjargingarroyndin skal eydnast í seinasta umfarinum.
Bolton hevur eisini verið í niðurflytingarvanda, og teoretiskt eru teir tað enn. Men sigurin á Sunderland ber við sær, at bert ein risa-sigur til Reading og stórtap til Bolton kann senda teir niðurum strikuna. Og tá er fortreytin samstundis, at Fulham vinnur sín dyst. So har skal vilja verri enn illa til.
Arsenal trýstir
Tað er longu greitt, at kapprenningin millum Liverpool og Everton um fjórða Champions League-plássið er av, men heilt burtur er spenningurin í sub-toppinum ikki.
Eitt er, at Chelsea hevur trýst á sær, tá teir í kvøld spæal móti Newcastle. Tí vinnur Chelsea ikki, er meistaraheitið av álvara í hondunum hjá Manchester United.
Annað er, at Arsenal eisini trýstir fyri at vinna silvurmerkini og harvið beinleiðis luttøku í Champions League. Eins og Chelsea, so hevur Arsenal bert tapt tríggjar ferðir hetta kappingarárið, men ov nógvir javnleikir hava borið við sær, at talan í besta føri verður um silvur. Og mest sannlíkt bert um bronsu.
Og endaliga er Everton eisini undir trýsti. Hesa ferð kundu teir anda nakað lættari, tí Aston Villa tapti dystin, sum kundi lyft teir upp á UEFA-cup pláss. Enn eru tó bert trý stig á muni, og tí skal Everton fáa okkurt burtur úr seinasta dystinum – á heimavølli móti Newcastle – um teir skulu vera vísir í europiska plássinum, sum teir hava meddað eftir árið. Aston Villa spælir tá á útivølli móti West Ham.
---
Úrslitini
Manchester United-West Ham 4-1
Middlesbrough-Portsmouth 2-0
Reading-Tottenham 0-1
Aston Villa-Wigan 0-2
Blackburn-Derby 3-1
Fulham-Birmingham 2-0
Bolton-Sunderland 2-0
Arsenal-Everton 1-0
Liverpool-Manchester City 1-0
Seinasta umfarið
(Sunnudagin 11. mai kl. 15.00)
Birmingham-Blackburn
Chelsea-Bolton
Derby-Reading
Portsmouth-Fulham
Sunderland-Arsenal
Tottenham-Liverpool
West Ham-Aston Villa
Wigan-Manchester United
Middlesbrough-Manchester City
Everton-Newcastle