Sharon vrakaði donsku

MiÐeystur
Árni Joensen:

Ísraelski forsætisráðharrin vil vera við, at friðarætlanin hjá danska uttanríkisráðharranum er óverulig
Danski uttanríkisráðharrin, Per Stig Møller, var mikudagin í Jerusalem og greiddi Ariel Sharon, forsætisráðharra frá teirri nýggju ætlanini, sum skal fáa varandi frið í Miðeystri. Frammanundan hevði hann tosað við fleiri arabiskar leiðarar um uppskotið.
Aftan á fundin segði uttanríkisráðharrin, at ísraelsku leiðararnir høvdu tikið væl ímóti uppskotinum, men hetta var ikki uppfatanin hjá ísraelsku embætismonnunum. Teir vistu at siga, at Sharon hevði vrakað uppskotið.
Í fyrsta lagi kann ísraelski leiðarin ikki góðtaka tann partin av uppskotinum, sum sigur, at palestinar skulu hava sítt egna ríki um trý ár. Tað er óveruligt, sigur Sharon sambært embætismonnunum. Harafturat skal Sharon hava sagt, at tað ber ikki til at tosa við palestinska leiðaran, Yasser Arafat, um frið, tí hann forðar fyri øllum tiltøkum, sum bera á tað borðið.
Tíðindini frá ísraelsku embætismonnunum vóru í stórari andsøgn við tað, sum Sharon segði undan fundinum við danska uttanríkisráðharran. Fyrrapartin mikudagin segði hann, at uppskotið bar í sær nakrar møguleikar, sum kundu enda við einari politiskari loysn.
Palestinar taka undir við uppskotinum hjá Per Stig Møller. Eftir ein fund við danska uttanríkisráðharran mikudagin segði Arafat, at uppskotið er sera týdningarmikið ? ikki einans fyri palestinar og ísraelsmenn, men fyri alt Miðeystur.
Teir arabisku leiðararnir, sum danski uttanríkisráðharrin hevur tosað við seinastu dagarnar, hava sagt, at uppskotið í sjálvum sær er gott, men teir vænta ikki, at tað kann setast í verk, so leingi ísraelski forsætisráðharrin eitur Ariel Sharon.