Í summar meldaði ungmannafelagið hjá svensku sosialdemokratunum ísraelska forsætisráðharran, Ariel Sharon, fyri krígsbrotsverk og fyri at hava brotið altjóða lóg.
Men málið verður ikki reist. Thomas Lindstrand, ákæri segði í gjár, at tað er ógjørligt at fáa staðfest, um hald er í ákærununum, og tí ber ikki til at reisa málið ímóti Sharon, segði hann.
Sosialdemokratiska ungmannafelagið SSU bygdi sínar ákærur á tað, sum er hent í teimum hersettu palestinsku økjunum, síðani tann palestinski uppreisturin byrjaði í august í 2000.
Svøríki er eitt av teimum sera fáu londunum, har lóggávan heimilar rættarmálum um brotsverk, sum eru framd uttanlands, og SSU umhugsar nú at kæra avgerðina hjá ákæruvaldinum.