Í sjey ár hevur fyrrverandi ísraelski forsætisráðharrin Ariel Sharon ligið við ongum viti, men nú siga læknarnir, at hann fer farin at vísa tekin um eitt ávíst heilavirksemi.
Tann 84 ára gamli Sharon bleiv kannaður í gjár við MR-skannara, og sambært læknanum Akin Friedman vóru tekin til eitt ávíst vit, tá Sharon slapp at síggja myndir av familjuni.
Friedman sigur kortini, at tað eru ógvuliga smá sannlíkindi fyri, at Sharon nakrantíð kemur úr songini.
-Á ein hátt er sjúklingurin tað, sum vit kalla "stongdur inni". Hann skilir og letur við seg koma við heilanum, men kann ikki seta vøddarnar í gongd, sigur Friedman við ísraelskar fjølmiðlar.
Ariel Sharon fekk eina álvarssama heilabløðing fyri sjey árum síðani, stutt eftir at hann hevði valt at taka seg burtur úr Likud-flokkinum og at stovna ein nýggjan flokk, sum kundi virka fyri friði við palestinar.