Sharon til reiðar at hitta Qurie

Ísraelski forsætisráðharin, Ariel Sharon, skal ætlandi hitta palestinska forsætisráðharran, Ahmed Qurie, í næstu viku

Fleiri ferðir hevur ljóðað, at Sharon og Qurie skuldu hittast, men hvørja ferð teir eru vorðnir samdir um ein fund, hava víðgongdir palestinar søkt at málum í Ísrael við tí úrsliti, at Sharon hevur avlýst fundirnar.

Í gjár upplýsti ein ísraelsk kelda, at nú eru teir aftur vorðnir samdir um at hittast. Ahmed Qurie, sum vitjaði í Noregi týsdagin, váttaði á fundi við norsku leiðararnar, at partarnir royndu at fáa ein fund í lag.

Eydnast tað at fáa teir báðar til fundarborðið, verður tað fyrsti fundurin teirra millum, síðani Qurie tók við sum palestinskur forsætisráðharri í oktober í fjør. Undanmaður hansara, Mahmoud Abbas, hitti Sharon fleiri ferðir.

Ísraelska blaðið Haaretz skrivaði í gjár, at fundurin ímillum Sharon og Qurie verður helst týsdagin í næstu viku. Blaðið visti eisini at siga, at embætismenn hjá báðum pørtum eru í ferð við at leggja eina skrá fyri fundin.


Einki samband

Ísrael sleit alt samband við teir palestinsku myndugleikarnar í august í fjør, tá ein palestinsk sjálvmorðsatsókn kravdi meiri enn tjúgu mannalív í Jerusalem. Ariel Sharon hevur síðani sagt fleiri ferðir, at hann vil einki hava við teir palestinsku myndugleikarnar at gera, tí teir gera ikki nóg mikið fyri at forða víðgongdum palestinum at søkja at málum í Ísrael.

Palestinsku myndugleikarnir hava svarað, at teir duga ikki at síggja nakra orsøk til at samráðast við ísraelsku leiðsluna, so leingi Ísrael heldur fram við arbeiðinum at byggja tann umstrídda trygdarmúrin, sum palestinar siga vera ein hersetingarmúr.