Sharon stríðist fyri lívinum

Tað eydnaðist læknunum at steðga heilabløðingini, men ísraelski forsætisráðharrin verður ikki tann sami aftur.

Í nátt stóð illa til hjá ísraelska forsætisráðharranum, Areil Sharon. Tann 77 ára gamli Sharon bleiv í skundi fluttur á sjúkrahús í gjárkvøldið, og har staðfestu læknarnir, at hann hevði eina álvarssama heilabløðing. Í meiri enn sjey tímar lá hann á skurðborðinum, og læknarnir duldu ikki fyri, at støðan var lívshættislig.

-Eg veit ikki, um hann kemur fyri seg aftur, men vit hava savnað teir bestu læknarnar, sum vit hava, segði sjúkrahússtjórin við fjølmiðlarnar.

Fyrrapartin varð so kunngjørt, at læknarnir høvdu steðgað bløðingini, og at Sharon var fluttur av skurðdeildini á eina aðra deild, har hann er undir støðugum eftirliti.

-Men støðan er framvegis álvarssom, segði sjúkrahússtjórin, Shlom Mor-Yosef.

Longu tíðliga í morgun kunngjørdi ísraelska stjórnin, at Ehud Olmert, varaforsætisráðharri, hevði tikið við stjórnarleiðarastarvinum, meðan Sharon er sjúkur, og í dag skipaði hann fyri einum fundi, har stjórnin umrøddi støðuna. Eins og Sharon er Olmert royndur í politikki. Hann hevur sitið í tjóðartinginum síðani 1973, og í nítiárunum var hann borgarstjóri í Jerusalem.

Hetta er aðru ferð í fjúrtan dagar, at Sharon er endaður á sjúkrahúsi, og eygleiðarar ivast í, um hann yvirhøvur kann halda fram sum stjórnarleiðari. Danski Miðeystur-tíðindamaðurin Steffen Jensen segði í morgun, at teir politisku dagarnir hjá Sharon eru taldir. Tað og splitið í Likud-flokkinum fara at elva til eitt politiskt skriðulop í Ísrael teir næstu mánaðarnar, helt Steffen Jensen.