Ísrael og palestinski felagsskapurin Hamas hava sent hvør øðrum krígsavbjóðing. Ísrael sigur, at tað fer at leggja Hamas í oyði. Grundgevingin er, at tá teir palestinsku myndugleikarnir ikki vilja gera tað, noyðist Ísrael at taka stigið.
Embætismenn hjá ísraelsku stjórnini hava latið leka út, at Ariel Sharon á einum stjórnarfundi í vikuni kallaði teir palestinsku leiðararnar nakrar ræðuskítar, sum ikki vilja stríðast ímóti yvirgangi, men sum eru skjótir at gera vart við seg, tá ísraelsmenn leypa á. Á sama fundinum skal Sharon hava kallað palestinska forsætisráðharran, Mahmoud Abbas, ein høsnarunga, sum ikki hevur fingið fjaðrar enn.
Eygleiðarar í Miðeystri siga, at við at senda Hamas krígsavbjóðing hevur Sharon valt at eyðmýkja bæði Bush og Abbas. Bush hevur fleiri ferðir biðið Sharon steðga tiltøkum, sum kunnu eggja palestinum til at gera móttiltøk, men seinastu dagarnar hava Sharon ikki lurtað eftir hesum áheitanunum.
Eygleiðararnir í Miðeystri siga, at ísraelska krígsavbjóðingin til Hamas fera uttan iva at fáa uppaftur fleiri palestinar til at venda sær ímóti Ísrael, og hóast ísraelski herurin er tann sterkasti í Miðeystri, er tað ógjørligt at meta um, hvørjar avleiðingar ein tílík avbjóðing kann fáa.
Seinastu dagarnar hevur Bush tosað fyri deyvum oyrum í Jerusalem, men hann er kortini tann einasti, sum kann forða fyri, at tær báðar krígsavbjóðingarnar enda í einum blóðbaði, siga eygleiðararnir.