Sharapova send úr US Open

Russiska Maria Sharapova er ikki við í US Open-kappingini longur. Í triðja umfari dag mátti hon lúta fyri italsku Flavia Pennetta, sum vann dystin 6-3, 3-6, 6-4.

 

Í næsta umfari skal Pennetta møta kinesisku Peng Shiai.

 

Maria Sharapova var mett sum tann triðsterkasta í ársins US Open-kappingini aftan á Caroline Wozniacki og Vera Zvonareva. Zvonareva er komin víðari í kappingini, og Caroline Wozniacki skal spæla sítt triðja umfar í morgin í amerikonsku Vania King.