Michael Olsen, eigari av kinversku matstovuni, Shang Hai í Klaksvík, væntar sær nógv at gera um norðoyastevnuna. Matstovan liggur væl fyri í býnum, og fólk ganga framvið allatíðina á norðoyastevnu. Tí væntar hann, at nógv fara at støkka inn á gólvið.
Í bygninginum, har Shang Hai er, hevur Michael eisini eina kaffistovu og eina grillbarr. Men Shang Hai er tann einasta, ið hevur skeinkiloyvi.
Opið hvønn dag
Shang Hai hevur opið hvønn dag í vikuni frá klokkan tólv til klokkan tvey um dagin og frá klokkan seks til klokkan ellivu á kvøldi. Á norðoyastevnu er tó ikki ætlanin at hava stongt frá klokkan tvey til klokkan seks, men at hava opið allan dagin til klokkan ellivu á kvøldi. Tó fara grillin og kaffistovan at hava longri opið. Tær hava sum áður nevnt ikki skeinkiloyvi, og kunnu tískil hava opið longri.
Sleppa ikki at drekka seg full
Eigarin av kinversku matstovuni í Klaksvík sigur, at hóast matstovan hevur skeinkiloyvi, er ikki meiningin, at fólk skulu hava møguleika at koma innar at drekka seg full. Hann sigur, at matstovan hevur skeinkiloyvi, fyri at tey, ið hava hug at fáa sær eina øl ella eitt glas av víni afturvið matinum, skulu hava møguleika til tess. Tað ber ikki til at koma at keypa rúsandi løg í Shang Hai, um fólk ikki eisini keypa sær mat.
Fyri at ov nógv fólk ikki skal vera inni í matstovuni í senn, og fyri at sleppa undan druknum fólki, hava vit avgjørt at hava ein prúðan mann standandi við inngongdina til matstovuna niðri við vegin. Hesin kemur síðani at hava samband við fólkini uppi í matstovuni, og fær hann at vita, nær pláss er fyri meira fólki og nær einki pláss er uppi í matstovuni, sigur Michael Olsen. Hann heldur, at hetta fer at gera tað hugnaligari hjá gestunum í matstovuni. Tí so verður ikki trongt, og eisini slepst undan at verða plágaður av fullum fólkum.
Vit eru noydd at hava skipaði viðurskifti fyri Shang Hai, bæði tí vit hava skeinkiloyvi, men eisini fyri at verja um tað dýra innbúgvið og ikki minst um viðskiftafólkini, sigur matstovueigarin í Klaksvík.
Ræðist ikki kapping
Shang Hai er ikki einasta matstovan í Klaksvík. Eisini Johannes Brandal rekur eina matstovu, ið hevur fingið góðkenning sum Hereford matstova. Men hendan matstovan hevur tó ikki opið hvønn dag í vikuni, men hósdag, fríggjadag og leygardag. Og sjálvandi hevur eisini hendan matstovan opið um norðoyastevnuna.
Michael Olsen heldur ikki tað ger nakað, um ein matstova er afturat hansara í Klaksvík. Hann heldur, at tá tað ber til at hava so nógvar matstovur í Havn, sum har eru, so skuldi eisini borið til at havt tvær matstovur í Klaksvík. Harafturat heldur hann, at tað er sunt við kapping. Kappingin ger, at ein allatíðina má finna uppá okkurt nýtt, og heldur hann, at júst hetta er mennandi fyri eina matstovu.
Tá ein allatíðina finnur uppá okkurt nýtt og broytir matarskránna við jøvnum millumbilum, verður ein matstova ikki keðilig, og tað er júst hetta, vit royna, sigur Michael Olsen.
Loyniligar uppskriftir
Tá Shang Hai lat upp, var ein kinverskur kokkur í Klaksvík og legði starvsfólkunum lag á. Hann gav teimum somuleiðis uppskriftirnar til kinverska matin. Hesar uppskriftir eru sera umfatandi. Tær fevna ikki bert um, hvussu maturin skal gerast, men eisini um hvussu tær ymisku kryddblandingarnar skulu blandast. Uppskriftirnar, talan er um, eru loyniligar. Tær eru gamlar uppskiriftir, ið hava gingið í arv hjá familjuni hjá hesum kokkinum.
Kokkurin, ið legið starvsfólkunum á Shang Hai lag á, kom, hóast hann er kinverji, ikki heilt úr Kina til Klaksvíkar. Hann kom úr Esbjerg. Tað er nevniliga soleiðis, at Michael hevur fingið samband við eina familju, ið rekur eina kinverska matstovu í Esbjerg. Talan er um eina familju, har faðirin, ið er eigarin, er úr kina, meðan mamman er flóttafólk úr Vietnam. Tey og børn teirra, ið eru vaksin, hava øll starvast á matstovuni í Esbjerg, og duga tey tískil øll at gera góðan kinverskan mat. Synirnir hava eisini verið í Føroyum og starvast hjá Michael, men í løtuni hevur matstovan ongan kinverskan kokk. Tó verður í løtuni arbeitt við at fáa fatur á einum fyri summarið, men hetta er ikki endaliga avgreitt enn.
Karaoke
Í sjálvari matstovuni eru góðir møguleikar fyri undirhaldi. Har er gólvpláss sett av til at dansa á, og eisini er ein lítil pallur við einum klaveri og einari karaoke maskinu. Michael sigur, at hetta er gjørt, tí arbeitt verður við at sleppa at hava longri opið, so møguleiki er hjá fólki at hugna sær í matstovuni út á kvøldarnar. Hann heldur tað verða ov lítið tilboð fyri fólk, at tey kunnu koma at fáa sær ein bita klokkan níggju ella tíggju á kvøldi, og síðani verða tveitt út aftur klokkan ellivu.
Michael sigur, at hann roknar við, at fólk høvdu verið fegin um at havt møguleika fyri at fingið sær ein dans í hugnaliga umhvørvinum inni í Shang Hai, uttan at tað gerst ov vilt. Eisini heldur hann, at tað hevði dámt fólki væl at komið til karaoke kvøld í matsovuni, har tey sjávi kundu staðið á pallinum og sungið kend løg. Hann vissar um, at dygd er í karaoke útgerðini.
Spennandi matskrá
Matskráin hjá Shang Hai fyri norðoyastevnuna ljóðar spennandi. Matstovan bjóðar nevniliga Pekingdunnu, ið er ein ógvuliga vælsmakkandi kinverskur rættur. Hetta er dunnubringa, ið hevur ligið í einum serligum kryddlaka Eisini eru Wan Tan súpan og krabbasúpan á skránni. Harafturat fáast vanligir matstovurættir, sum til dømis enskur-, franskur-, og meksikanskur búffur í Shang Hai um norðoyastevnuna.