Í kvøld spælur bólkurin ShamRock á Seglloftinum á Tvøroyri. Fyrireikararnir siga, at hetta er fyrstu ferð, at bólkurin vitjar í Suðuroynni, og tey meta áhugan verða stóran fyri at hoyra hendan bólkin. ShamRock er ein duo, ið spælir siðvenjutrúgvan írskan/skotskan fólkatónleik. Tónleikurin er sera fangandi, fullur av ?sing a´long? slagarum úr írska/skotska sangskattinum, og fær ein og hvønn upp á dánsigólvið.
Henrik Børgesen, ið er gittaristur, hevur spælt til dans í nógv ár í popp/rokk orkestrum.
Hann er eisini tónaskald og hevur eitt nú gjørt løgini ? Nólsoyar Páll? og ?Tann dagin?. Seinnu árini eru tað tó mest írsk løg , hann hevur fingist við, og hevur hetta ført til ?ShamRock?.
Marner Hansen er bassleikari í ShamRock, og hevur hann eisini royndir frá dansitónleikaheiminum. Marner er harumframt tónaskald. Lagið, sum Marner er mest kendur fyri, eitur ?Ein tveir kossar á kinn?.