– Tá slaturið gongur fyri seg á netinum, eru fleiri um boðið at geva sítt íkast. Ein tannlækni úr Amerika fór til Afrika at skjóta eina leyvu, og tað elvdi til ramaskríggj á bæði Facebook og Twitter. Leyvan fekk navnið Cecil, og tannlæknin varð skammaður av milliónum av fólki. Søga hansara er ikki eindømi. Heilur hópur av firtnum brúkarum á sosialu miðlunum øsa seg ísenn – og tað fyribrigdið eitur shaming ella at skamma.
– Hví øsa vit okkum, heldur enn at lata fara?
– Hvat er mið og mál?
HON - eykablaðið í Sosialinum í dag viðger evnið. Har kanst tú eisini lesa um sosialu miðlarnar, so sum:
Facebook er mest brúkti sosiali miðilin. Á Facebook hava øll ein vegg – ella livandi uppslagstalvu – har alt tað, ið vinir og kenningar og bólkar og síður, tú hevur givið ein ”tummil upp”, sæst. Tú kanst viðmerkja, ”dáma” ella goyma uppsløg.
Nýggjasta nýggja á facebook er ”Market place” – nethandil, har brúkarar selja og keypa nýggja og brúkta vøru. Facebook er fyrst og fremst eitt óhátíðarligt og sosialt torg
Á Twitter hittast fólk at vera um ”her-og-nú”-samskifti. Brúkarar deila dagføringar hjá sær og øðrum. Á Twitter síggja øll tíni Tweet, eisini tá tú brúkar @ at skriva beinleiðis til onkran. Vanligt er á Twitter at brúka # at bólka evnini. Eitt tweet er mesta lagi 140 tekin til longdar
LinkedIn er smekkfult av CV ́um. Arbeiðs takarar og vinnur í øllum heiminum brúka LinkedIn sum eitt risa kervissamstarv.
Á Instagram er snúningsdepilin myndir. Tá myndin er tikin, eru hópin av filtrum at velja í millum, og flest allar myndir á Insta gram hava eitthvørt dreymakent yvir sær. Allir Instagrambrúkarar kunnu døma tína mynd, og til ber eisini at gera viðmerkingar.
Myndirnar á Instagram kunnu eisini leggjast út á aðrar sosialar miðlar.
Snapchat er sum at senda eitt sms – men ístaðin fyri bókstavir, senda brúkarar stutt videobrot til hvønn annan. Til ber at goy ma brotini, men gerst tú onki, detta tey.
Skamma -aði
gera skammfuktaðan, gera til skammar, skemma, vanæra, skamma e-n (út); skamma teg! fý el. tví vorðið tær...
Public Shaming · Tattoo Shaming · Drunk Shaming Butt Shaming · Fat Shaming · Parking Shaming, eru millum hundratals bólkarnar á m.a. Facebook, har fólk hittast at flenna eftir ella øsa seg um med menniskju.
– og tá Sea Sheperd gjørdi klárt at fara til Føroyar at steðga grindadrápi, kom upp Faroese Shamingbólkur á Facebook.
Ofta eru tað kvinnur, ið standa fyri skoti, tá tað snýr seg um Body Shaming, Fat Shaming, Skinny Shaming og í heila tikið sovorðið, ið snýr seg um útsjónd.
Serena Williams er eitt dømi
72 World Tennis Association heiti, klædnaframleiðsla, arbeiði fyri Unicef, leiklutir í filmum og sjónvarpsrøðum og mangt annað hava minni at siga, tá draktin, hon vanliga spælir dystir í (Williams fekk ein blóðtøpp, tá hon átt fyrsta barn sítt, og draktin hevur somu ávirkan á kroppin sum studningssokkar) varð bannað. Google hevur yvir 80 milliónir leitingarúrslit um evnið. Á Facebook- og Twittersíðuni hjá Williams er væl meiri rís enn rós. Onnur helvtin hevur eina meining um tennis-siðir, ítróttarklæðir sum heild, og líknandi. Hin helvtin (fleiri siga seg slettis ikki hyggja at tennis), leggja á útsjóndina hjá Serenu Williams...
Sosialurin – við eykablaðnum HON – er borið í hvørt hús við Posta í dag!