Shalit aftur í Ísrael

Ísraelski hermaðurin Gilad Shalit, sum limir í Hamas burturfluttu fyri fimm árum síðani, kom í dag aftur til Ísraels. Eftir læknakanningar varð hann fluttur til herstøðina Telnov, har hann fekk eina hjartaliga móttøku. Millum annað var Benjamin Netanyahu, forsætisráðharri, og tók ímóti.

Shalit segði við egyptiska sjónvarpið fyrrapartin, at hann hevur tað gott, og hann segði seg vóna, at fangabýtið millum Ísrael og teir palestinsku myndugleikarnar kann leiða til frið millum tey bæði fólkasløgini.

-Eg gleði meg at sleppa at tosa við fólk aftur, segði tann ísraelski hermaðurin, sum hevur verið fangi hjá Hamas í Gaza-geiranum tey seinastu fimm árini.