Shaktar heimavøllur raktur av spreingingum

Heimavøllurin hjá Shaktar Donetsk, Donbass Arena, er leygarmorgunin raktur av tveimum eksplotiónum.

Heimavøllurin hjá Shaktar Donetsk, Donbass Arena í Ukraina, er leygarmorgunin raktur av tveimum eksplotiónum.

 

Heimavøllurin varð leygarmorgunin raktur av tveimum sterkum eksplotiónum, skrivar Shaktar Donetsk á heimasíðu síni, har eisini verður sagt, at álopið ikki hevur kostað mannalív.

 

»23. august klokkan 06.00 raktu tvær sterkar eksplotiónir Donbass Arena. Sum úrslit av brestunum eru stórir skaðar hendir á útnyrðings partin av stadium. Eingi starvsfolk hava ist lívið«.

 

Shaktar Donetsk heur longu fyri nøkrum vikum síðani flutt teirra høvuðssæti til Kiev, tí roknað var við, at ófriðurinfór at raka Shaktar.