Í 2010 hittaði Shakira við sanginum Loca, men nú skal hon eftir øllum at døma gjalda stórt endurgjald til dominikanskan tónleikara fyri at hava stolið sangin frá honum.
Í 1990’unum gjørdi Ramon Arias Vasquez sangin Loca Con Su Tiguere. Seinni fekk rapparin El Cata eitt minni hitt við sanginum. Og sum tað ikki var nóg mikið, hevur Shakira ”lánt” sangin og gjørt eina innspæling saman við El Cata, og hittaði við sanginum í 2010.
Nú er líkt til, at Shakira og plátufelagið Sony skulu gjalda stórt endurgjald til Ramon Arias Vasquez fyri at hava misbrúkt hansara sang.
Omanfyri kanst tú lurta eftir teimum báðum sangum og gera tína egnu meting, um talan er um sama sang.