##med2##
- Vit duga eisini uttan "Ronaldo". Orðini eigur 1-0 málskjúttin hjá HB í kvøld, René Shaki Joensen, sipandi til, at HB vann 3-0 hóast Adrian Justinussen fór út við skaða tá bert eitt korter var farið av dystinum móti Víkingi.
Fyrr í dag var Adrian Justinussen á norska TV2 og lýsti seg at vera besta frísparksskjútta í heiminum.
René heldur, at 1-0 málið var eitt sindur heppið, har tað var stong inn.
HB-Víkingur 3-0 (2-0)
1-0 René Shaki Joensen (4.)
2-0 Matthias Nygaard (36.)
3-0 Matthias Nygaard (61.)
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Tróndur Arge segði frá teimum trimum málunum hjá HB. Tróndur helt fyri, at HB var tað effektivari liðið, og tað gjørdist avgerandi í kvøld.
2) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við René Shaki Joensen.
HER ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Gunnar Vatnhamar hjá Víkingi
##ms##