Shaki: Stuttligt at koma inn til hendan dystin

(Rás2) René Shaki Joensen fegnast um, at hann fekk møguleikan at koma á vøllin í seinna hálvleiki

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr beinleiðis samrøðuna Tróndur Arge hevði á Rás2 við René Shaki Joensen í Mixed Zone aftaná Føroyar høvdu leikt málleysan javnleik ímóti Lettlandi.

 

René Shaki Joensen kom inn á vøllin fyri Hall Hansson miðskeiðis í seinna hálvleiki, og havnarmaðurin í Grindavík er sera fegin um at fáa møguleikan.

 

René Shaki Joensen heldur, at tað er veruliga stuttligt at sleppa inn til ein dyst, har ein hevur møguleika at vinna dystin. Hann staðfestir, at viðhvørt er hepnið ikki við, og í dag var ikki dagurin, at tað føroyska liðið fekk bóltin innum málstrikuna.