Shakespeare í Sjónleikarhúsinum

Nýggi sjónleikarabólkurin, Huðrar, hevur komandi leygardag frumsýning av leikinum Othello hjá Shakespeare, sum Hanus Kamban hevur týtt Ein nýggjur sjónleikarbólkur, ið varð stovnaður í januar í ár, og sum kallar seg Hurðar, kemur komandi vikuskifti við einum leiki eftir Shakespeare. Kendi leikurin, sum Hanus Kamban hevur týtt, er Othello. Listarliga vegleiðing og leikstjórn stendur Hans Tórgarð fyri, meðan Jóna Thomsen hevur gjørt koreografi og luttekur eisini sjálv við dansi í sjónleikinum.

Leikararnir, ið sjálvir hava tikið stig til sjónleikin og nýggja bólkin, eru sjey í tali. Tey eru Sóley Danielsen, Durita Dahl Andreassen, Tjóðhild Patursson, Búi Rouch, Jákup Wardum, Dávur Djurhuus og Edvard Skúvadal. Leikurin er vandur í einar tríggjar mánaðir.

Othello er ein gamal leikur, men kjarnan í søguni er tíðarleys. Sum eitt nýmótans ískoyti er livandi tónleikur, dansur og ljós ein týðandi partur av framførsluni. Tónleikararnir eru Búgvi J. Magnusen, John Ivar Venned, Ísak Petersen, Mattias D. Kapnas og Kjartan Jespersen.

Tað eru 11 framførslur á skránni, og tær verða allar í Sjónleikarhúsinum í Havn. Sýningarnar byrja klokkan 20 hvørt kvøld frá 3. maj og atgongumerki á 125 krónur fáast til keyps í Kunningarstovuni og ein tíma undan hvørjari sýning í Sjónleikarhúsinum.