Shaka Loveless í REX

Danin, sum hevur gjørt nógv um seg seinastu tíðina, fer 28. december at luttaka í Planet Awards 2012.

 

Shaka Loveless hevur gjørt um seg við fleiri vælumtóktum poppløgum, sum hava herja í Føroyum og í Danmark seinasta árið.

 

Nú kemur Shaka Loveless til Føroya, har hann skal framføra eitt lag í samband við Planet Awards 2012. Haraftrat verður Shaka Loveless at hoyra í Rex eftir tiltakið hjá Rás2.

 

Planet Awards verður í Rex 28. desember, og til ber at keypa atgongumerki á ebillett.fo.