Lerwick: Føroysku svimjararnir vóru væl umboðaðir í svimjifinalunum mikukvøldið. Í øllum uttan einari finalu vóru føroyskir svimjarar við, men tað gekk einki serligt við at vinna heiðursmerki.
Bara einaferð kom ein føroysku svimjari á sigurspallin, og tað var Shaila millum Garðarnar, sum vann bronsu í 50 metra frísvimjing.
Aðrir svimjarar høvdu góðar tíðir, og nøkur persónlig met vóru. Harafturat vóru Føroyar eisini í nánd av onkrum bronsumerkjum.