Svimjing
FM-kappingin í svimjing heur seinastu dagarnar verið hildin í Svimjihøllini í Havn. Leygardagin var kappingin av, og samlaða heiðursmerkjabýtið millum ymsu feløgini gjørdist hetta:
GullSilvurBronsa
Havnar Svimjifelag211615
Tvøroyrar Svimjifelag10911
Fuglafjarðar Svimjifelag442
Flot315
Skeggjar254
Ægir040
Vágs Svjimjifelag011
Stóri vinnarin á kvinnusíðuni var Shaila millum Garðarnar av Tvøroyari. Fimm ferðir stóð hon ovast á sigursskamlinum, og hartil varð hon tríggjar ferðir rópt upp á pallin, tá gallakvøld varð hildið eftir kappingina. Millum steypini, sum Shaila fekk, mundi tað fyri ársins svimjara viga tyngst. Hini bæði heitini, sum Shaila fekk á kvøldinum vóru besti firvaldsvimjari og besti frísvimjari.
Eisini Andrass Thomsen úr Havn tók rættiliga til sín á kappingini. Ikki færri enn átta ferðirnar stóð hann ovastur á sigurspallinum, og eisini hann fekk trý steyp á gallakvøldinum. Her fekk Andrass heitið sum skjótasti svimjarin í einstakari kapping, og fekk hann hetta fyri svimjingina í 200 metra frí. Hartil fekk hann eisini heitið sum besti frísvimjarin og sum besti blandaðsvimjarin.
Hjá monnunum var tað annars Jákup Øssurson Mohr, sum varð kosin besti svimjarin.
Til Íslands
Eftir kappingina boðaði landsliðsvenjarin, Petur Heðin á Fløtti frá, hvørjar átta svimjarar hann hevði tikið út til kappingina um íslendska meistaraheitið, har føroyingar eisini taka lut.
Føroysku svimjararnir, sum fara lut í kappingini eru:
Sára Ejdesgaard og Shaila millum Garðarnar úr TS, Elspa Mørkøre úr Skeggjum og Lisbeth Lindenskov Joensen úr HS. Jóannes á Fløtti og Andrass Thomsen úr HS, Jákup Øssursson Mohr úr FS og Per Símunarson Hansen úr Flot.
Annars verður næsta føroyska avbjóðingin millumtjóða kappingin við Orkney og Hetland. Tann kappingin verður 2. juni í svimjihøllini í Havn.










