Føroya fremsti serlækni í umfarssjúkum, Shahin Gaini, er ikki imponeraður av handfaringini av koronastøðuni í Føroyum. Í dag og í gjár síggja vit, at sera nógvir føroyingar hava fingið staðfest koronasmittuna, og Shahin Gaini roknar við, at hann kennir orsøkina til stóru hækkingina.
– Kombinatiónin av at okkara politikkarar ikki ynsktu eitt turistfrítt ár 2020 (tvs. sóttarhald 14 dagar fyri øll ferðandi til Føroyar) og tað, at man hevur loyvt "Super Spreader Events" (náttarlív, konsertir, festivalar, ítrottaráskóðarar og m.a. Ólavsøkan) eru sannlíkar orsøkir til, at vit nu hava eina aðru bylgju COVID-19 í Føroyum.
Hetta skrivaði hann á sínum facebookvanga í gjár, tá 14 nýggir tilburðir vórðu staðfestir.
– 14 nýggir COVID-19 tilburðir í Føroyum upp á ein dag svarar til 1.400 nýggjar tilburðir í Danmark, skrivar Shahin Gaini, sum til síðst hevur eitt boð upp á eina loysn:
– Sóttarhald í 14 dagar alt árið hevði gjørt, at Føroyar sannlíkt vóru COVID-19 fríar, inntil vit høvdu eina møguliga vaksinu ultimo 2020 ella í 2021.