Birgir Kruse
Fyrst í sjeytiárunum kom fram ein egin rørsla millum svørt filmsfólk. Í harðrendum amerikanskum stórbýarumhvørvi lýstu tey kriminell viðurskifti. Altíð var banditturin hvítur og altíð var hetjan svørt. Og dullan í hesum svarta umhvørvi, hon var hvít. Og hin svarta hetjan fær hana. Afturvið tíðarrøttum svørtum tónleiki. Eitt slag av ?takk fyri síðst? filmum, har hvítir pengar oftast flyta fólkið.
Hetjan er maður og dullan er kvinna. Samstundis sum henda svarta mannliga hetjumynd verður hevjað hátt, er kvinnan bert prýðislutur. Millum vælklæddar svartar menn í tíðarrøttum klædningum og tjúkkum gullketum. Ein macho-stílur, har lyklaorðini eru supercool og supersexy.
Blaxploitation varð henda stuttlívaða eskapada í svørtu undirverðini rópt í sjeytiárunum. Millum kendastu filmar av hesum slagi eru ?Sweet sweetback?, ?Superfly?, ?Foxy Brown? ? og ?Shaft? frá 1971.
Nú er høvið at síggja henda skjótt 30 ára gamla film í nýggjari útgávu. Høvuðsleiklutin hevur Samuel L. Jackson, vit kenna úr ?Pulp Fiction? og gamli, upprunaligi Shaft, Richard Roundtree, hevur eisini ein lítlan leiklut í hesum nýggja filmi. Eyðkennistónleikurin er óbroyttur ? tað er hin nú 62 ára gamli Isaac Hayes, eisini nevndur Black Moses, ið letur hann. Virðislønta tónleikin, sum í 1971 vann Oscarvirðisløn. Hayes er í dag vorðin kendur í filminum og sjónvarpsrøðini ?South Park?, har hann er kokkurin Chef við teim ivasomu meiningunum og djúpu røddini. Supercool og supersexy, dude. Dagførdi ?Shaft? filmurin varð frumsýndur í Havnar Bio fríggjakvøldið.