Íshøllin i Havn er nú stongd á hesum sinni, og í dag verður farið at taka hana niður.
Nú várið er komið, lat Íshøllin aftur og skal takast niður nú.
Umleið 27.000 fólk hava vitjað høllina, síðan hon læt upp í heyst, og er hetta eitt tiltak, sum er afturvendandi.
1. oktober ella har áleið stendur hon uppi aftur, ætlar Tórshavnar kommuna.










