Ásgerð skoraði 30.000 skattafríar

Í fimm teimum seinastu royndunum í Gekka-spælinum er hjólið steðgað á 10.000 krónum.

 

Tað var Aggi Ásgerð Ásgeirsdóttir, sum ringdi av Argjum, ið fekk fulla plátu og slapp ígjøgnum í Gekka-spælinum í kvøld, har høvuðsvinningurin var á eina miljón krónur. Hon valdi at deila upphæddina í teir tríggjar leyparnar við 350.000 krónum í hvørjum leypi.

Í fyrstu royndini steðgaði hjólið á 10.000 krónum, sum faldað við fimm hevði givið henni 50.000 krónur. Men, Aggi Ásgerð Ásgeirsdóttir valdi at royna einaferð aftrat.

Í aðru royndini steðgaði hjólið aftur á 10.000 krónum, sum faldað við trý hevði givið henni 30.000 krónur. Her valdi hon at steðga og takka fyri vinningin.

Seinasta fríggjakvøld steðgaði hjólið í øllum trimum royndunum á 10.000 krónum, og soleiðis var eisini í báðum teimum fyrstu royndunum í kvøld. Kanska ikki so løgið, at Aggi Ásgerð Ásgeirsdóttir ikki valdi at royna triðja og seinasta møguleikan.

- Nú hopi eg, at hetta kemur til góðar, segði verturin í Gekka-spælinum í kvøld, Magnus Magnussen. - Ja, tað kemur tað, vissaði vinnarin, Aggi Ásgerð Ásgeirsdóttir, vertin um.