Ásgeir var ovurfegin

Íslendski venjarin ásannaði, at hann var nógv fegnari um úrslitið, enn hann var um leikliga avrikið, sum hann í 2. hálvleiki metti at hava verið tað vánaligasta í hesi undankappingini

ÍSLENDSKI VENJARIN

Tað gekk rúm tíð, áðrenn hann hitti føroysku pressuna. Íslendska sjónvarpið og íslendska útvarpið vildu hava hann fyri seg sjálvan í fitta løtu. Sigursrákin var søtur, og rímuligt vildu elektronisku fjølmiðlarnir luta rákan saman við venjaranum og ivaleyst sera fegnu viðhaldsfólkunum longri móti vestri í Atlantshavinum.
Tað er íslendska landsliðsvenjaran, sum vit tosa um. Fyrsti dysturin hjá honum var, tá ið Ísland í evstu løtu á heimavølli ímóti Føroyum vann 2?1. Síðani hava Ásgeir Sigurvinsson og hansara menn støðugt klatrað ímóti toppinum, og nú er tað upp til teir sjálvar at gera av, um tað skulu vera teir ella týsku favorittarnir, sum skulu tryggja sær beinleiðis atgongd til EM endaspælið, sum verður í Portugál næsta summar. Ásgeir Sigurvinsson hevur spælt fótbólt í sekstan ár í Týsklandi, so hann veit, hvat hann tosar um.
? Týskararnir eru framvegis favorittar. Men eg haldi, at vit hava møguleika ímóti teimum á heimavølli. Um vit vinna á teimum á heimavølli, so kann alt koma fyri, tá ið vit fara at spæla ímóti teimum á útivølli.
Ert tú ein fegin maður?
? Vit vistu, at tað fór at vera torført her í Føroyum. Vit komu eftir trimum stigum, og tað eydnaðist. Tí eri eg hjartans fegin. Men vit kunnu ikki vera nøgdir við leikliga avrikið. Í 2. hálvleiki vóru vit leingi undir trýsti. Tá spældu vit so mikið illa, sum vit ikki hava gjørt áður í hesi undankappingini. Samanspælið var vánaligt, og vit megnaðu ikki at fáa ferð á spælið. Um vit skulu vinna á týskarunum, so skulu vit spæla meiri sannførandi, enn vit gjørdu í dag, staðfesti dámligi íslendski venjarin, og hann legði afturat:
? Hóast vit ikki spældu so væl, so haldi eg, at sigurin var uppiborin. Í 1. hálvleiki áttu vit at havt skorað eitt ella tvey mál afturat.
Heldur tú, at føroyska liðið hevur møguleika at fáa stig í tveimum teimum síðstu dystunum, sum eru á útivølli ímóti Skotlandi og á heimavølli ímóti Litava?
? Hygg eftir úrslitunum higartil. Uttan mun til hvørji londini hava verið, sum hava spælt ímóti hvørjum øðrum, so hevur talan verið um sigrar við einum og hægst tveimum málum. Tí ivist eg einki í, at Føroyar hava møguleikar. Bæði ímóti Skotlandi og Litava, og so ynskti føroyska pressan Ásgeiri Sigurvinssyni og hansara monnum alt tað besta í stríðnum fyri at røkka endaspælinum í Portugál.