- Partrolararnir, sum fiska upsa, royna á ymiskum leiðum kring Føroyar, men skipini hava sum heild smáligan fiskiskap. Ísfiskatrolararnir koma inn at landa, sum henda vikan gongur.
Tað veit Fiskamarknaður Føroya at siga.
Á gulllaksaveiði
Trý pør hava nú í eina tíð verið á gulllaksaveiði. Skipini eru Polarhav, Stjørnan, Eysturbúgvin, Vesturbúgvin, Vestmenningur og Fram.
Tríggir djúpvatnstrolarar fiska svartkalva, og teir fáa eisini nakað av kongafiski og blálongu. Møguliga landar onkur síðst í hesi vikuni.
Ein djúpvatnstrolari fiskar svartkalva og frystur veiðina umborð.
Trolbátar norðanfyri
Fiskamarknaður Føroya sigur, at fýra trolbátar eru til fiskiskap, og teir eru allir norðanfyri.
Møguliga landar ein trolbátur í dag, og hinir landa síðst í vikuni.
- Trolbátarnir fáa mest av toski, hýsu, reyðsprøku, upsa og ymiskum øðrum fiskasløgum, sigur marknaðurin.