Landararnir á landingarmiðstøðini í Saltangará hava havt úr at gera teir fyrstu dagarnar í hesum árinum, nú ísfiskatrolarar hava rokast á upsa Fýra av ísfiskatrolarunum hjá Faroe Seafood og báðir ísfiskatrolararnir í Leirvík komu longu í vikuni aftur av túri, sum hesi skip byrjaðu 3. jóladag.
Øll hava tey havt rokfiskiskap eftir upsa, og hetta hevur givið nógva landing hjá landarunum í Saltangará hesar fyrstu dagarnar í árinum.
Heykur og Falkur hjá Faroe Seafood landaðu 486.000 pund, Stekur og Bakur út við 400.000 pund, og at enda høvdu leirvíkstrolararnir, Polarhav og Størnan, eini 480.000 pund.
Tvey onnur ísfiskaskip hjá Faroe Seafood, Rókur og Lerkur, landaðu í gjár. Veiðan hjá teimum lá eisini um tey 400.000 pundini.
Jaspis og Ametyst, sum eru á fyrsta túri í nýggja árinum, fór út eftir midnátt fríggjakvøldið.