RÆTTINDI
Tá landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, í summar gjørdi av at lata ísfiskaskipum nøkur túsund tons av makreli, nú Føroyar ásettu sær eginkvotu fyri 2010, vóru røddir í uppisjóvarvinnuni, sum søgdu seg stúra fyri, at ísfiskaskipini ikki fóru at vilja sleppa hesum rættindum aftur.
Sosialurin hevur eisini skilt, at tað eru reiðaríir, sum eiga ísfiskaskip, ið hava hug til at gera sína støðu til kennar, nú samráðingar við russar stunda til, og væntandi er, at Føroyar noyðast at lata makrel í staðin fyri svartkjaft í býti við russar.
Ein av teimum, sum hevur hug til at gera viðmerkingar til hetta mál, er Marner Lisberg, reiðari, men hansara sjónarmið verða ikki í Sosialinum fyrr enn fríggjadagin.
Einki hoyrt
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, sigur seg hinvegin einki hava hoyrt um, at reiðaríir, sum varða av ísfiskaskipum, ið sluppu at fiska makrel í ár, nú ætla at halda fast um hesi rættindini.
- Vit komu í eina serstaka støðu í ár, tá vit ikki kundu semjast við hini strandalondini um býtið av makrelinum og tískil gjørdu av at áseta okkum eginkvotu. Hetta gav okkum nakrar møguleikar, sum vit ikki hava havt áður. Hvussu verður í komandi ári, kunnu vit einki siga um í løtuni, nú samráðingarnar milllum londini um býtið ikki eru lidnar enn.
Jacob Vestergaard ásannar, at tað var ein spennandi roynd at lata ísfiskaskip fiska makrel í ár, men hann ásannar eisini, at hann eingi sum helst lyfti kann geva um, hvussu verður við hesum í komandi ári.
- Nú mugu vit fyrst síggja, hvat úrslitið verður av samráðingunum millum strandalondini, og hvussu stórur okkara partur av heildarkvotuni verður, tá samanum kemur, sigur landsstýrismaðurin.