ÍSF vil ikki longur hava umboð í nevndini fyri grunnin Tórsvøll. Hetta hevur ÍSF gjørt greitt, eftir at Tórshavnar býráð hevur avgjørt, at eingin rennibreyt skal vera á Tórsvølli. Hetta visti Útvarpið at siga leygardagin.
Aðalmálið hjá ÍSF í sambandi við Tórsvølli hevur verið at tryggja, at talan verður um eitt ítróttarstadion og ikki eitt fótbóltsstadion. Men eftir avgerðina hjá býráðnum í Havn, um at rennibreyt skal gerast aðrastaðni í høvuðsstaðnum og ikki á Tórsvølli, verður Tórsvøllur fótbóltsstadion.
Fýra umboð eru í nevndini fyri Tórsvøll. Eitt fyri ÍSF, eitt fyri landsstýrið, eitt fyri Fótbóltssambandið og eitt fyri Tórshavnar býráð.
Umboðið fyri landsstýrið er Guttorm Sørensen, sum er frælsur ítróttarmaður, og hann segði við Sosialin fyri viku síðani, at hann umhugsaði at rýma úr nevndini, nú eingin rennibreyt skal gerast á Tórsvølli.
Poul Michelsen, sum er valdur av Tórshavnar býrað, er formaðuri í nevndini fyri grunnin, Torleif Sigurðsson, formaður fyri FSF, er næstformaður, og hesir báðir hava meirilutan í nevndini.
Ætlanin er nú, at nevndin fyri grunnin Tórsvøll skal vera ein trímannanevnd.