ÍSF á vegamóti

Tað nervar ikki ÍSF-forsetan, Heðin Mortensen, at FSF møguliga tekur eitt fet burtur frá ÍSF leygardagin.
                       Hetta vísir sum so bara, at ÍSF er komið móti enn einum vegamóti. Eg var sjálvur har, tá felagsskapurin í 1979 varð umskipaður, soleiðis at vit ístaðin fyri ymsu deildirnar fingu sersambond, sum varaðu av ymsu ítróttagreinunum. Tað er ein leistur, sum hevur virkað toluliga væl síðani, men einki stendur í stað. Og hetta er ikki annað enn ein náttúrlig gongd at fara. Fótbólturin má eins og øll onnur fylgja altjóða rákinum, og eg ivist ikki í, at sum frálíður verður gongdin tann sama innan aðrar ítróttagreinar.
                      - Og hetta er eisini nakað, sum vit hava vitað av. So talan er á ongan sum helst hátt um nakra ósemju millum fótbóltin og restina av føroyskum ítrótti.
                      Men skapar hetta ikki ein vandi fyri, at leikluturin hjá ÍSF spakuliga hvørvur?
                       Tað hvørki vóni ella vænti eg. Hóast sambondini hvør í sínum lagi gerast alt meira sjálvstøðug, so eri eg sannførdur um, at vit framvegis hava tørv á einum góðum samanhaldi. Tað kann verða, at okkara leiklutur broytist nakað, men tað fer helst altíð at vera tørvur á tí felags talurørið, sum ÍSF eigur at vera, sigur Heðin Mortensen.