SF tekur veljarar frá DF

Ta seinastu tíðina hevur Sosialistiski Fólkaflokkurin í Danmark havt rættiliga avgjørdar áskoðanir í útlendinga- og rættarpolitikkinum, og tað tykist nú hava givið úrslit.

Valserfrøðingurin Søren Risbjerg Thomsen, sigur, ein partur av framgongdini, sum SF hevur havt síðani valið í 2007, stavar frá veljarum, sum flokkurin hevur fingið frá Vinstra og Danska Fólkaflokkinum.

Hansara kanningar vísa, at 10 prosent av teimum, sum høvdu atkvøtt fyri SF, um val var nú, atkvøddu fyri annaðhvørt Vinstra ella Danska Fólkaflokkinum á valinum í 2007.