ÍSF
Á eykaaðalfundi fyrst í hesum mánaðinum samtykti eykaaðalfundur í Fótbóltssambandi Føroya nýggjar lógir. Tað er greitt at hesar lógir í fleiri førum ikki eru í samsvari ella sambæri við lógirnar hjá Ítróttasambandi Føroya. Tí slepst ikki undan, at henda broyting í FSF eisini fær avleiðingar fyri ta lógarskipan, sum ÍSF hevur. Ásannandi at føroysk ítrótt er á einum vegamóti er settur arbeiðsbólkur, ið skal endurskoða allan ÍSF bygnaðin og tær lógir og reglugerðir, ið eru galdandi. Úrslitið av arbeiðinum hjá hesum bólki skal leggjast fyri eykaaðalfund, ið verður hildin um miðjan november. Av tí at hetta arbeiði er byrjað samtykti ein samd stjórn at framløgan av nýggju FSF-lógunum ikki verður fyrr enn á eyaaðalfundinum.