Ítróttasamband Føroya hevur í longri tíð arbeitt við ætlanum um at seta eintróttaráðgeva, og nú hevur ÍSF sett 31 ára gamla Sølva Reinert Hansen í starv sum ítrótta- og ungdómsráðgevi.
Sølvi hevur sjey tey seinastu árini starvast sum miðnámskúlalærari og lestrarvegleiðari. Samstundis hevur hann drúgvar royndir innan ítrótt bæði sum aktivur og sum fyriskipari.
Londini kring okkum hava havt ítróttaráðgevar í nógv ár, og tørvurin í
Føroyum er stórur, tá hugsað verður um, at ÍSF skal virka til fyrimuns hjá 15.000 ítróttarfólkum, ið eru virkin í teimum 120 feløgunum kring landið.
Starvið verður fíggjað við parti av veddingarpeninginum, sum Mentamálaráðið umsitur. Fyribils er játtan latin til tvey ár, men arbeitt verður miðvíst við at fáa ítrótta- og ungdómsráðgevan á fíggjarlógina.
Virkisøkið hjá ítrótta- og ungdómsráðgevanum er fjøltáttað. Skipast skal fyri ymsum tiltøkum, ið kunnu betra um karmarnar hjá børnum og ungum at íðka ítrótt í Føroyum.
Í samráð við ítróttafeløg kring landið skal skipast fyri skeiðum fyri ítróttarleiðarum, ið kunnu bøta um fakligu dygdina og geva íblástur til dagliga arbeiðið í feløgunum.
Ítrótta- og ungdómsráðgevin skal eisini royna at betra um samstarvið millum ítróttarfeløg og skúlan.
Dagliga starvsstaðið verður ÍSF-húsið í Gundadali, og ætlanin er, at húsið skal hava regluligar avgreiðslutíðir, so fyrispurningar kunnu svarast og hjálp veitast, tá tørvur er á tí.