ÍSF og sersambond taka saman um

Kristian Johansen frá Hondbóltssambandinum, Palli Ziskason frá Svimjisambandinum, Óli Holm frá Fótbóltssambandinum, og Petur Elias Petersen, næstformaður í ÍSF verða gestir á Rás2 í tímanum millum 15 og 16.

Til viðgerðar verða tær stóru framtíðar avbjóðingarnar sersambondini hava. Hondbóltssambandið hevur sett størri ferð á landsliðsarbeiðið aftur. Og stremba eftir at skipa fyri altjóða kapping í Føroyum. Svimjisambandið stendur við teimum størstu talentunum í søgu Svimjisambandsins. Og føroyskur fótbóltur hevur loksins fingið loyvið at nýta tað undirlagið, sum hevur verið dreymurin og stevnan hjá øllum, sum varða av føroyskum fótbólti. Petur Elias kemur eisini at nema við landsliðsarbeiði og stórar framtíðar-avbjóðingar, sum onnur sersambond hava. Menn fara eisini at nema við starvslønir til ítróttartalent, játtanina til ítróttin, tænastufrí og skúlafrí í samband við ítróttarumboðan uttanlands. Umframt tær rammurnar, sum ítróttarfólk í okkara grannalondum hava, sum enn fattast her á landi.